Rútmiskt kór í Tórshavn



Rútmisk
&
rúmligt

Glymur er rútmiskt kór, sum er opið fyri øllum aldrum.

Felags
sang-
gleði

Fyri ung sum eldri, kvinnur og menn, úr øllum stættum.

Skemt
&
álvara

Vit hava tað stuttligt, meðan vit fáa tað besta burturúr.

Bílegg kórsang til tiltøk

Glymur syngur fegin til ymisk almenn og privat tiltøk so sum føðingardagar og aðrar merkisdagar.

Ring til onkran av nevndarlimunum ella kórleiðaran og greið frá tínum ynski, so finna vit eina loysn saman.

Til ber eisini at skriva í funkuna SAMBAND.

Um okkum

Glymur var stovnað av eldsálum í 1983. Í kórinum eru umleið 30 sangarar úr øllum aldurs- og samfelagsbólkum. Kórið syngur mest rútmiskar sangir. Bæði føroyskar og útlendskar, men hevur eisini nakrar meira siðbundnar sangir á skránni.

Kórið er virkið frá sept. til juni. Vikuligi venjingardagurin er mikukvøld millum kl. 19.00 – 21.15. Onkuntíð er brúk fyri eykavenjingum, sum kunnu falla í vikuskiftum ella aðra tíð, sum passar inn hjá kórleiðara og sangarum.

Venjingarstaðið er tónleikastovan í Skúlanum við Løgmannabreyt. (Vit ganga inni á leistum ella í inniskóm).

Limagjaldið í løtuni er kr. 1000,- við møguleika at gjalda í tveimum.

Fólk við áhuga í kórtónleiki eru vælkomin at seta seg í samband við kórleiðara ella nevnd antin við telefon, telduposti ella funkuni “Samband”.

Sum limur kann tú vænta

Venjing

Kórið venur hvørt mikukvøld kl. 19.00 – 21.15 á Skúlanum við Løgmannabreyt.

Konsertir

Kórið byrjar árið í septembur og plagar at enda við luttøku á Mentanarnáttini í Havn fyrsta fríggjadag í juni.

Sosial tiltøk

Kórstevnur, venjingarlegur og konsertferðir eru av og á. Kórið stendur fyri G! Vallaraheiminum.

Viðmæli

Dóttir okkara situr og syngur og jammar saman við tykkum.

❤

Herligur sangur

🙂

Tusind tak for en dejlig koncert.🌹 Det gjorde I godt!👍 Det var næsten som at være der selv, selvom jeg sidder i min stue i Nyborg.😊 Jeg var især glad for et genhør med en af mine absolut yndlingssange fra min egen korte tid i Glymi, “Kavin kom í morgun”. Gleiðilig jól.🎄

Takk fyri henda festliga sang. Ársins summarhit!

Kære alle i Glymur…tusind tak for en dejlig lørdag… til sang og en fantastisk hyggelig fest… vi håber at kunne gøre gengæld her i DK det kunne være rigtig hyggeligt.

Thank you for a wonderful concert. Personally, I was thrilled to hear carols in English that I had grown up singing in my church choir in India. Well done!

Hey you guys, great job! I wrote the original version a couple of years ago. I just recorded a new version of the song and will release it soon. Keep on singing and enjoy the summer! All the best

Set teg í samband við okkum!

Hevur tú spurningar? Vilt tú vera limur?

Kanska tú vilt bíleggja okkum til eitt tiltak?

Trýst á knøttin