Rútmiskt kór í Tórshavn



Konsertir

2025

Til várs verður ein konsert, har vit fara at framføra skránna, sum vit skulu framføra til kórferðina til Løgstør í apríl mánað.  Nærri kunning um konsertina kemur skjótt.

2024

Jól í Miðbýnum: 17. desembur

Jólakonsert í Gøtu Kirkju: 12. desembur

Jólakonsert í Mariukirkjuni: 11. desembur

40 ára fagnaðarkonsertin:
Hin 25. Mai 2024 skipaði kórið fyri 40 ára fagnaðarkonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. Konsertin varð skipað í søguligur perspektivi, har kórið sang úrval av sangum, sum hava verið á skrá gjøgnum hesi 40 árini.  Kórleiðarar vóru Hans Olivur Joensen umframt nakrir fyrrverðandi kórleiðarar: Jógvan Telling Joensen, Pauli Hansen, Niels Winther, Sámal Matras Kristiansen og Benjamin Gåsedal.

Umframt kórsang hevði kórið eisini vitjan av navnframa Kára P, sum framførdi nøkur løg. Hann hevur eisini verið partur av kórinum fyri nógvum árum síðani.

Hans Olivur Joensen og okkara pianistur Kim Hansen framførdu eisini nøkur løg.

Eftir konsertina var felagssangur úr sangheftinum, sum var gjørt til endamálið.

Samanumtikið eitt væleydnað kvøld, sum vit fara at minnast leingi.

Kórfestivalur:
Hin 12. og 13. Mai var kórfestivalur í Varpinum, nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík. Har luttók kórið við tveimum løgum. Og fleiri av sangarunum sungu eisini við felagskórinum.