Onnur tiltøk
Heiðurstiltak fyri Simma
2014 skipaði kórið fyri væleydnaðum heiðurstiltaki í Norðurlandahúsinum fyri Simma Arge Jacobsen.
Korona
2020 var merkt av koronasmittuni. Frástøða, andlitsmaskur, hondspritt, isolatión. Tað var frámælt fólki at samlast í bólkum uttan so, at tað kundi verða eini 2 metrar frástøða til næsta fólk. Tað gjørdi tað trupult at hava kórvenjingar. Tá fann Hans Olivur uppá, at vit skuldu syngja ‘Nú er summar’ inn. Ljóðupptøkurnar blivu gjørdar í smáum bólkum í Hoyvíkar kirkju. Til tess at kunna geva eitt video út á Youtube, gjørdu vit hvør sær upptøkur av okkum sjálvum meðan vit sungu. Hans Olivur hevur síðani sett saman og ljóðblandað, so tað kundi gevast út bæði sum ljóðfíla og video. Útgávan bleiv tilnevnd ársins summarhitt í KVF. Lagið fekk nógvar atkvøður, men gjørdist ikki nummar eitt. Haldi tað bleiv nummar 2.
Peningainnsavnan
Síðani 2013 hava kórsangarar í Glymi røkt G! gistingina í Gøtu Skúla undir G! Festivalinum. Á skúlanum plaga gott 100 festivalgestir búgva. Tað er G!festivalurin , sum skipar fyri hesum gistingarmøguleikanum. Afturfyri arbeiðið fær kórið eina ávísa upphædd, sum verður brúkt sum stuðul til at reka kórið. Tey flestu av okkum sum arbeiða búgva sjálvi á skúlanum. So hava vit vaktarplan, so til ber at fáa eitt sindur við av sjálvum festivalinum eisini. Uppgávurnar á Vallaraheiminum eru fjølbroyttar. Yvirorðnað skulu vit syrgja fyri at skúlans reglur verða hildnar samstundis, sum at skúlin skal verða eitt gott stað at búgva hjá festivalgestunum. Tað inniber samskifti við festivalgestirnar, rudda, gera reint, samla órudd og í heila tikið at syrgja fyri, at skúlin verður latin aftur í sama standi, sum áðrenn G!
Í 2013 høvdu vit ábyrgd av fløskusavningarstaðnum á Skálatrøð á ólavsøku.
Hetta sama árið vóru vit eisini við á markaðardegi í miðbýnum, har vit seldu pannukøkur og gjørdu andlitsmáling.