Rútmiskt kór í Tórshavn



Um kórið

Glymur var stovnað av eldsálum í 1983. Í kórinum eru umleið 30 sangarar úr øllum aldurs- og samfelagsbólkum. Kórið syngur mest rútmiskar sangir. Bæði føroyskar og útlendskar, men hevur eisini nakrar meira siðbundnar sangir á skránni.

Kórið er virkið frá sept. til juni. Vikuligi venjingardagurin er mikukvøld millum kl. 19.00 – 21.30. Onkuntíð er brúk fyri eykavenjingum, sum kunnu falla í vikuskiftum ella aðra tíð, sum passar inn hjá kórleiðara og sangarum.

Venjingarstaðið er tónleikastovan í Skúlanum við Løgmannabreyt. (Vit ganga inni á leistum ella í inniskóm).

Limagjaldið í løtuni er kr. 1000,- við møguleika at gjalda í tveimum.

Fólk við áhuga í kórtónleiki eru vælkomin at seta seg í samband við kórleiðara ella nevnd antin við telefon, telduposti ella funkuni “Samband”.

Til 40 ára haldið hjá kórinum í mai 2024 hevði okkara “grand old lady” Tove Hjørleifsdóttir Jakobsen, eina røðu, sum lýsti søguna hjá kórinum.  Úr røðuni hava vit gjørt ein samandrátt:

Takkað verið tónleikaelskandi eldsálum var kórið stovnað á heysti í 1983 undir heitinum Rútmiska kór Tórshavnar kvøld og ungdómsskúla.

Eldsálirnar, harímillum navnframi Simme Arge Jacobsen, hildu, at brúk var fyri einum rútmiskum kóri afturat teimum meira siðbundnu, sum vóru í Havn tá. Tey heittu tí á kvøldskúlan um at skipa karmar til eitt rútmiskt kór. Hugskotið var væl móttikið á kvøldskúlanum. Fyrsti kórleiðarin var Sunleif L. Rasmussen.

Kórið hevur verið skipað í kvøldskúlaregi til 2024, tá vit blivu sjálvstøðug. Enn støðast nøkur í kórinum, sum hava verið við, um ikki frá byrjan, so heilt tíðlja eftir stovnanina.

Navnið

Kórið bar fyrstu árini tunga heitið, Rútmiska kór Tórshavnar kvøld og ungdómsskúla. Tað vildu fólk fegin broyta til okkurt lættari og meira fangandi navn. Útskrivað varð navnakapping millum kórlimirnar, og inn komu fleiri góð uppskot. Valið fall á vælklingandi navnið Glymur. Hyggja vit í Sprotan merkir Glymur “hvølt dundur, buldur ella gangur”, sum í fyrstu syftu kann ljóða lítið tónleikaligt, men til okkum, sum sóust og hoyrdust har vit vóru, passaði tað sum fótur í hosu.

Sangarar og kórleiðarar

Gjøgnum so nógv ár, hava sum verða man verið nógvir kórsangarar og kórleiðarar. Dugnalig fólk, sum øll á hvør sín hátt hava dugnað kórinum við ríkum gávum. Eisini fleiri góðir sangskrivarar og komponistar.

Nógvar ríkar løtur í gleði og gaman.

Hin fyrsti kórleiðarin var navnframi Sunleif Leivsson Rasmussen, sum var kórleiðari til hann fór til Danmarkar í lestrarørindum eftir nøkur ár. Undir greinini um kórleiðarar gera vit eitt yvirlit yvir kórleiðararnar, sum kórið hevur havt.

Umframt konsertir hevur kórið eisini luttikið á kórfestivalinum bæði sum kór og sum partur av felagskórinum.

Kórleiðarar

Kórleiðararnir hava, sum vera man, verið nógvir hesi 40 árini. Og allir hava teir verið við til at seta sín dám á kórið og gjørt tað til tað, sum tað er í dag.

Hesi hava verið kórleiðarar:

  • Sunleif L. Rasmussen
  • Jógvan Telling Joensen
  • Bjarni Restorff
  • Edvard Nyholm Debess
  • Bjarni Berg
  • Jógvan Dahl
  • Pauli Hansen
  • Petur Martin Johannesen
  • Samal Matrass
  • Ingun Hentze
  • Niels Winther
  • Benjamin Gåsedal
  • Hans Olivur Joensen

Nakrir av kórleiðarunum hava verið í meira enn einum umfari.

Kórferðir

Sum verða man, hevur kórið gjøgnum árini verið á ferð bæði her heima og uttanlands. Kórið hevur eisini havt vitjan av kórum úr útlandinum. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir kórferðir í útlandinum.

Vordingborg:
1995 var fyrsta kórferðin gjørd til vísufestival í Vordingborg við Bjarna Restorff sum kórleiðara. Umframt at syngja á vísufestivalinum framførdu vit eisini í Musikhúsinum í Århus og á Plenuni í Tivoli. Tað var á hesi feriðini, at upptøkurnar til Føgru Blómu vóru gjørdar.

Grønland:
997 var kórið í Grønlandi har vit sungu í Katuaq, Norðurlandahúsinum í Nuuk. Við á ferðini var eisini orkestrið Hjarnar, sum spældi undir hjá okkum, og vit sungu kór hjá teimum. Til ferðina hevði Edvard Nyholm Debes skrivað eitt verk til okkum nevnt Sjógarpurin.

Áland og Bornholm:
2000 vóru vit í Álandi og á Bornholm undir leiðslu av Bjarna Berg og við Stamen Stantchev sum pianisti. Hetta var ein sokallað trýlandakonsert – Danmark, Finnland og Føroyar. Ein anekdota frá hesi ferðini var, at 16 ára gamla Eivør Pálsdóttir var við mammu síni, Sædis Eilifsdóttir, sum var við sum sopranstuðul.

Hetland:
2004 var kórið snarferð í Hetlandi við Paula Hansen sum kórleiðara.

Bulgaria:
2006 vóru vit í Bulgaria við Julian Rasmussen sum kórleiðara og Stamen Stantchev sum pianisti. Har sungu vit bæði í konsertsalinum í Assenovgrad og á musikkonservatorinum í Plovdiv.

Ísland:
2010 var vikuskiftisferð gjørd til Íslands við Niels Winther sum kórleiðara, har vit høvdu konsert í Norðurlandahúsinum í Reykjavík. Og í 2013 vóru vit aftur í Íslandi við Niels Winther. Hesaferð við Norrønu til Seyðisfjarðar, har vit høvdu eina konsert umborð og eina á Egilsstøðum.

Kekkia:
2014 var ferðamálið Kekkia. Aftur hesa ferðina var Niels Winther kórleiðari.

Kroatia:
2018 gekk leiðin til Pula í Kroatia. Hans Olivur Joensen var júst byrjaður sum kórleiðari. Í Kroatia høvdu vit eina konsert saman við einum lokalum kóri.

Horsens:
2019 fóru vit til Horsens, har vit høvdu konsert saman við Danscher koret og týska kórinum Jazzatax. Týska kórið sang sangin Jetzst ist summer, sum Hans Olivur umsetti til føroyskt við heitinum, Nú er summar, sum vit seinni sungu inn undir serligum umstøðum vegna korona.

París:
2022 gekk leiðin til París har vit sungu í einari kirkju. Ein stuttlig anekdota frá hesi ferðini: Við á lýstu skránni, var sangurin Swing hjá Eivør Pálsdóttir. Hann fekst bara ikki at sita og bleiv droppaður. Tað fall ikki í góða jørð hjá nøkrum áhoyrarum, sum høvdu ferðast langa leið, júst fyri at hoyra ein sang hjá Eivør. Tey sissaðust tó, tá vit funnu uppá at siga, at solisturin hevði mist málið.