Navn og heimstaður
§1 Navn felagsins er Glymur. Heimstaður felagsins er í Tórshavn. Bústaður er heima hjá forfólkinum.
Endamál
§2 Endamál felagsins er at skipa frálæru í rútmiskum kórsangi við kórframførslum fyri eyga. Somuleiðis er endamálið at menna áhuga fyri rútmiskum kórsangi í Føroyum.
Limaskapur
§3 Øll við áhuga í rútmiskum kórsangi kunnu søkja um limaskap í felagnum. Avgerð um limaskap verður tikin av kórleiðara og nevnd í felag.
Nevndin kann burturvísa limi úr kórinum, sum ikki yvirheldur viðtøkur og samtyktir felagsins.
Limur kann til eina og hvørja tíð við fráboðan til nevndina melda seg úr kórinum.
§4 Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum og verður at gjalda eftir nærri avgerð frá nevndini.
Nevndin
§5 Felagið verður stjórnað av eini nevnd við 4 limum, sum verða valdir á aðalfundi fyri 2 ár. Til tess at ikki allir nevndarlimir skifta í senn, standa tveir fyri vali á hvørjum ári.
Ein tiltakslimur verður valdur á aðalfundinum fyri 1 ár.
Nevndin skipar seg sjálv við forfólki, skrivara, kassameistara og nevndarlimi.
Nevndin heldur fund eftir tørvi.
Nevndin er viðtøkufør, tá ið forfólk og 1 nevndarlimur eru á fundi. Forfólkið hevur 2 stemmur og nevndarlimirnir eina í part.
Aðalfundur
§6 Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundur verður hildin hvørt ár í septembur mánaði og verður lýstur við minst 2 vikurs varningi í facebookbólkinum og við telduposti til limirnar.
Innkomin mál skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 1 viku frammanundan.
Avgerðir á aðalfundi verða tiknar við vanligum meiriluta.
§6a Aðalfundarskrá:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Ársfrágreiðing nevndarinnar
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
4. Áseting av limagjaldi
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimi
6. Val av grannskoðara
7. Innkomin mál
8. Ymiskt
Fíggjarviðurskifti
§7 Virksemið í kórinum verður fíggjað við limagjaldi frá kórlimum, inntøkum frá konsertum og møguligum stuðli.
Roknskapur
§8 Roknskaparár felagsins er frá 1. septembur til 31. august. Roknskapurin verður grannskoðaður av grannskoðara, ið er valdur á aðalfundi fyri kórárið.
Viðtøkubroytingar og avtøka
§9 Til broyting av hesum viðtøkum krevst, at minst 2/3 hava atkvøtt fyri uppskotinum.
§10 Felagið kann verða tikið av, um tað á fundarskránni fyri aðalfundin er lýst, at avtøka kemur til viðgerðar. Til avtøku av felagnum krevst, at ⅔ hava atkvøtt fyri avtøku.
Verður felagið tikið av, ger aðalfundurin av við vanligum meiriluta, hvussu vera skal við ognum tess.
Soleiðis samtykt á aðalfundi tann 29. okt. 2025

